Seinnapartin í gjár kom listin við nøvnunum á teimum, sum í næstu viku skulu niður til Kekkia, frá FSF skrivstovuni.
Listin sær næstan soleiðis út, sum tað kundi roknast við, men tað eru tvey nøvn, sum resta á listanum.
Annað er, at Kurt Mørkøre ikki er við, sjálvt um hann hevur boðað venjaranum frá, at hann er tøkur til landsliðið, og hitt er, at John Ryan, sum hevur verið fastur maður í hópinum í langa tíð, ikki er við hesa ferð.
Tímir ikki
John Ryan er ikki úttikin, og sjálvur sigur hann, at hann eftir dystirnar móti Estlandi og Litava boðaði venjaranum frá, at hann ikki er tøkur á landsliðnum meiri:
? Eg havi sitið nógv á beinkinum, og eg haldi, at umstøðurnar hava verið soleiðis, at tá eg ikki havi fingið møguleikan tær ferðirnar, tá t.d. Øssur Hansen ikki hevur verið við, so dugi eg illa at ímynda mær, at eg skal fáa hann nú, og so kann er tað sama brúka tíðina til okkurt meiri gangligt, sigur John Ryan, sum av mongum hevur verið mettur sum besti spælarin í vinstru síðu í ár.
John Ryan hevur áður spælt tríggjar landsdystir. Tann fyrsti var, tá hann 5. august í 1992 sum yngsti landsliðsmaður nakrantíð spældi móti Ísrael á Svangaskarði, og hinar báðar ferðirnar vóru í hesari EM undankappingini, tá hann kom inn móti Skotlandi ? í Aberdeen í eitt korter og á Svangaskarði í fimm minuttir.
Eftir dystin í Skotlandi í oktober í fjør varð roknað við, at John Ryan fór at vinna fast pláss á landsliðnum, men tað eydnaðist ikki í fyrsta umfari, tí hann var illa skaddur, tá landsliðið var á venjingarlegu í Spania í februar.
Listin
Teir, sum eru úttiknir til landsliðið, eru Jákup Mikkelsen, Herfølge, Jens Martin Knudsen, GÍ, Óli Johannesen, AGF, Jens Kristian Hansen, B36, Hans Fróði Hansen, HB, Pól Thorsteinsson, B36, Henning Jarnskor, GÍ, Øssur Hansen, B36, Fróði Benjaminsen, B68, Julian Johnsson, Sogndal, Sámal Joensen, GÍ, Allan Mørkøre, HB, John Petersen, B36, Rógvi Jacobsen, KÍ, Heðin á Lakjuni, KÍ, Uni Arge, HB, Jákup á Borg, B36 og Todi Jónsson úr FCK.
Nýggjur í átjan manna hópinum er Rógvi Jacobsen, sum eina ferð áður hevur verið í hópinum. Tað var í venjingardystinum ímóti Íslandi í august, og tá kom Rógvi Jacobsen inn á liðið.
Landsliðið fer úr Føroyum mikukvøldið, og dysturin verður í Prag leygarkvøldið klokkan 20.15, sum er klokkan 19.15 føroyska tíð.










