John Rajani byrjar sum sendimaður í dag

Fer til Ísraels í vikuni at fyrireika sendistovuna

Í dag tekur John Rajani við starvinum sum sendimaður Føroya í Ísrael.

Uttanríkis- og mentamálaráðið skrivar á heimasíðuni, at sendimaðurin fer í vikuni til Ísraels at gera fyrireikingar og kanningar í sambandi við, at sendistovan letur upp. Sendistova Føroya í Tel Aviv letur eftir ætlan upp fyrst í januar.

Arbeitt verður við at fyrireika eina føroyska vinnuferð til Ísraels. Vinnuferðin verður so skjótt umstøðurnar viðvíkjandi COVID-19 loyva tí.