Hetta sigur John Petersen, nú hann í Føroya Rætti varð dømdur 10 mánaða fongsul fyri neyðtøku.
? Eg havi ongar viðmerkingar til málið, og eg ynski ikki at siga meira, fyrr enn dómur fyriliggur í landsrættinum, sigur John Petersen í tíðindaskrivi.
? Eg havi boðað løgmanni frá, at eg sigi landsstýrissessin frá mær, og varamaður mín verður sitandi á løgtingi.
Tað er Eyðun Viderø á Sandi, sum er næsti maður á listanum hjá Fólkaflokkinum í Sandoyar valdømi. Eyðun Viderø hevur sitið á tingi, síðani John Petersen kom í landsstýrið í maimánaði í ár. Eyðun Viderø hevur annars fyrr verið valdur á ting.
John Petersen varð fyrstu ferð valdur á ting í 1988. Hann sat sum landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í fiskivinnumálum frá 1991 - 1993. Tá Fólkaflokkurin kom upp í landsstýrið undir leiðslu Sambandsfloksins í 1996 eftir at Javnaðarflokkurin fór úr landsstýrinum, gjørdist John Petersen aftur landsstýrismaður. Hann helt fram í hesum sessi, tá sjálvstýrissamgongan varð skipað í mai í ár.
Síðani John Petersen varð skuldsettur, hevur hann verið í farloyvi sum landsstýrismaður.
Sum dømdur í einum kriminellum rættarmáli er John Petersen ikki valbærur - og tí kann hann ikki taka sæti aftur á tingi.
Í tíðindaskrivinum frá John Petersen sigur hann:
? Nú ynski eg at vera saman við familju mínari, sum framhaldandi stuðlar meg í hesi torføru tíð. Eg fari eisini at heita á fjølmiðlarnar um at vísa hóvsemi.