John Petersen úr B36 til HB

Tað verður 50-ára gamli fyrrverandi málrevurin, John Petersen, sum kemur at standa undir liðini á Lukasz Cieslwicz hjá Betri kvinnum.

Tað skrivar fótbóltsfelagið HB:

 

– Tey flestu kenna John sum ein av vandamiklastu áleyparunum í føroyskum fótbólti, har tað tilsamans bleiv til 147 mál í 192 dystum í bestu deildini, umframt 71 mál í 82 steypadystum, skrivar felagið.

 

Sum venjari er John eisini ein royndur harri. Árini 2019-2021 var hann venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, umframt at hann eisini hevur hann staðið á odda fyri Skála, AB og B36 í bestu deildini hjá monnum.

 

– Vit bjóða John vælkomnum í norðara enda av Gundadali, skrivar HB.

 

Venjaratoymið hjá kvinnunum er nú endaliga sett við Lukasz Cieslewics, høvuðsvenjara, John Petersen, hjálparvenjara, Magnus Jakobsen, málmansvenjara og Eyðstein Simonsen, fysiskum venjara.