John Petersen ætlar sær í Hægstarætt

Á tingfundi í gjár varð skriv lisið upp, har John Petersen bað um, at fáa farloyvi frá tinginum til Hægstirættur møguliga hevur tikið avgerð um dóm hansara

? Sagt verður um, at næsti maður á listanum hjá Fólkaflokkinum til Sandoyar valdømi tekur sæti á tingi fyri meg til endalig avgerð fyriliggur í málinum um meg. Eg og advokatur mín eru samdir um at royna at fáa málið fyri í Hægstarætti, og umsók hesum viðvíkjandi verður ein av fyrstu døgunum send Løgmálaráðnum. Roknast kann ikki við einum svari frá Løgmálaráðnum fyrstu tveir mánaðirnar.

Soleiðis ljóðaði skrivið, ið tingformaðurin, Finnbogi Ísakson, las upp í tinginum í gjár. Formaðurin skjeyt upp, at John Petersen skuldi fáa farloyvi, og at Eyðun Viderø skuldi fáa sæti á tingi fyri hann. Málið varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu. Sostætt er Eyðun Viderø nú umboðsmaður Fólkafloksins á Løgtingi fyri Sandoyar valdømi.