John Petersen: Tað verður aftur javnt hesaferð (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við John Petersen og Allan Mørkøre í Dansifrøi

John Petersen væntar, at vit aftur fáa ein javnleik í dag, sum í 2002

John Petersen væntar, at vit aftur fáa ein javnleik í dag, sum í 2002

##med2##

 

Í Dansifrøi har Skansin skipar fyri upphiting fekk reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig orðið á tvær gamlar landsliðshetjur, John Petersen og Allan Mørkøre.

 

Allan Mørkøre er svartskygdur meðan John Petersen er bjartskygdur um HM-undankappingardystin móti Skotlandi á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45.

 

Allan Mørkøre er óttafullur um, at vit ikki megna at verja fyri mongu innleggunum hjá Skotlandi, og hann tippar 4-1 til Skotland.

 

John Petersen er meira vónríkur, og væntar javnleik 1-1. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við John Petersen og Allan Mørkøre. 

 

John Petersen væntar, at vit aftur fáa ein javnleik í dag, sum í 2002

John Petersen væntar, at vit aftur fáa ein javnleik í dag, sum í 2002