Fótbóltur
Tað hevur alla tíðina ligið í luftini, at Allan Mørkøre so ella so skuldi halda fram á Argjum. Allan kom í fjør til felagið sum hjálparvenjari, tá venjaraskifti varð framt miðskeiðis í kappingini, og í ár hevur hann staðið á odda fyri liðnum, sum hevur vunnið sær rætt til Formula-fótbólt í 2009.
Sjálvur hevur Allan tó ikki neyðugu pappírini, sum nú verða kravd fyri at virka sum Formula-venjari, og tí var greitt, at venjaraspurningurin á Argjum mátti viðgerast av nýggjum.
Og nú er John Petersen settur sum venjari hjá triðja høvuðsstaðarfelagnum í Formula-deildini. John er í løtuni í ferð við at taka A-lisens sum venjari, og hóast talan gjørdist um niðurflyting við Skála í ár, so er hann til reiðar at taka eitt tørn afturat sum venjari í fremstu deildini.
- Tá tú tekur eina venjaraútbúgving, so er tað væl tí, at tú vilt virka sum venjari. Hartil er tað eitt krav, at tú skalt hava eitt lið at vísa til, tá tú ert undir útbúgvingini, og hóast eg ikki setti Formula-deildina sum krav, so er tað sjálvandi har, at tað er stuttligast at virka, sigur John Petersen.
- Ein orsøk til, at tað júst gjørdist til AB, er, at eg vildi stytta nakað um tíðina, sum eg nýtti til venjingar. Tí tann parturin er ikki altíð so lættur, tá tú býrt í Havn og venur á Skála. Hartil lættir tað eisini um, at vit nú eru tveir, sum í felag skulu taka okkum av liðnum. Allan og eg kennast eisini væl, og vit kenna persónligu eginleikarnir hjá hvørjum øðrum, so eg ivist heldur onga løtu í, at vit koma at hava eitt tætt og gott samstarv kring venjingarnar, sigur John Petersen.










