Tað er meira ella minni greitt, at John Petersen verður venjari hjá B36 næsta kappingarár. Fyrrverandi landsliðsframherjin hevur verið í samráðingum við felagið leingi, og nú er stutt eftir á málið, skilst.
Leysasøgurnar hava leingi verið, at John Petersen og Mikkjal Thomassen skuldu standa á odda fyri liðnum í ár. Teir hava hinvegin sett sum krav at síggja endaliga hópin, áðrenn teir tóku av tilboðnum.
B36 hevur mist fleiri týðandi spælarar, og tað er framvegis ikki greitt, um Dmitrije Jankovic og Herbert í Lon Jacobsen halda fram. Árstalsfelagið hevur longt sáttmálarnar við fleiri av stuðulsleikarunum, og um vikuskiftið var greitt, at Lukasz Cieslewicz er knýttur at hópinum.
At John Petersen verður partur av venjaratoyminum er meira ella minni greitt, sum Sosialurin skilir.