John Petersen heldur fram í B36

Fótbóltur: John Petersen hevur avgjørt at halda fram í B36, hóast GÍ hevur verið úti eftir honum

Tað ganga nógvar søgur í hesum døgum, sum snúgva sum hvar teir ymsu spælararnir spæla næsta kappingarár.

Men nú skuldi ein færri spælari verið at tosa um, tí John Petersen hevur avgjørt at halda fram í B36.

John Petersen kom í fjør til B36 frá GÍ, og gøtumenn hava roynt at fingið skálamannin aftur til Gøtu at spæla.

John Petersen hevur vunnið FM-heitið fýra tey seinastu árini, í 1994, 1995, og 1996 við GÍ og í ár við B36.