John P. Vilhelm givin hjá Auto Service

31. desember 2009 var seinasti starvsdagur hjá John P. Vilhelm á bilasøluni Auto Service. John er ímyndin av Saab í Føroyum.

John, sum í dag er 65 ára gamal, lærdi til bilmekanikara hjá P/F Vilhelm Nielsen og er eisini útbúgvin maskinmeistari. Eftir at hava siglt í nøkur ár við skipum hjá Kosangass, fór hann at arbeiða hjá Tummasi Ørv í 1976. Tummas Ørv helt til yviri við Strond og seldi m.a. skipsmotorar og Saab bilar. Fyritøkan seldi eisini eitt skifti italsku Lancia og sponsku Seat bilarnar. Tá Tummas doyr í mai í 1994, tók John yvir, og fyritøkan skifti navn til Sp/f John P. Vilhelm.


Í 2001 keypir P/F Meinhardt Arge umboðið fyri Saab bilarnar, og John og hansara starvsfólk fóru síðan at arbeiða hjá P/F Meinhardt Arge, sum seinni skifti navn til Auto Service.



Kelda: www.autoservice.fo