John Oluf Jacobsen 65 ár

   

Í gjár, fríggjadagin 10. oktober, fylti John Oluf Joensen á Glyvrum 65 ár. John Oluf, sum fram til 1978 var húsavørður á Læraraskúlanum, eigur trolbátin Fiskaklett, og umframt at vera reiðari og røkja bátin væl og virðiliga, hjálpir hann av og á til í smiðjuni hjá Normek í Norðagøtu.
Upprunaliga er John Oluf ættaður úr Klaksvík. Foreldrini vóru Oluffa, fødd Joensen, og Jákup Fr. Jacobsen. Tá ið John Oluf var átta ára gamal, flutti familjan út á Skála, har pápin hevði fingið starv sum smiðjumeistari á Skála Skipasmiðju.
John Oluf lærdi jarnsmíð á Skála. Hann gekk í maskinmeistaraskúla í Havnini, og hann hevur siglt, eitt nú við Skipafelagsskipunum Falki og Bliki.
Í januar í 1963 giftist John Oluf við Jonu, fødd Hansen, dóttur Elinu og Jákup Hansen av Glyvrum. Børnini hjá Jonu og John Oluf eru Flóvin, Elna, Oluffa og Jóhan. Dreingirnir búgva niðri. Elna býr í Runavík, og Oluffa býr á Skipanesi.
Í 1978 fluttu tey úr Havnini og inn á Glyvrar. John Oluf var eitt langt skifti smiðjumeistari í Mekanik í Runavík. Hann er røkin, trúfastur og fyrikomandi. Jona og John Oluf hava verið trúgv í missiónshúsinum á Glyvrum, og hann er millum mest trúfastu viðhaldsmenninar hjá NSÍ. Jona og John Oluf eiga fimm abbabørn, og teimum dáma tey ógvuliga væl at vera saman við.