John og Sjúrður fingu fult

Formaðurin í Talvsambandinum avloysti í dag Helga Dam Ziska, sum verður við aftur í morgin ímóti El Salvador

Tað eydnaðist í dag talvlandsliðnum at vinna 3-1 ímóti Sao Tome og Principe. Oyggjarnir á ekvator leiðini vestanfyri Afrika eru styrkismettar væl lægri enn Føroyar. Tí varð tað roknað við, at Føroyar fóru at vinna, og kanska var sigurin ikki so sannførandi, sum tað var lagt upp til.

 

Helgi Dam Ziska var ikki við ídag. Tí var John Rødgaard á fyrsta borði, Jóan Hendrik Andreasen á øðrum borði og Sjúrður Thorsteinsson á triðja borði. Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang, er fimti føroyingurin í talvolympiaduni í Baku. Hann loysti í dag av og mannaði fjórða borðið.

 

John Rødgaard og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, meðan tað endaði remis hjá Jóan Hendrik Andreasen og Finnbjørn Vang.

Í morgin er El Salvador mótstøðuliðið. Sigurin í dag ber við sær, at Føroyar nú eru á 85. plássi, sum svarar nett til styrkismetingina. El Salvador er styrkismett nummar 106. Sambært heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya verður roknað við, at Helgi Dam Ziska verður á liðnum í morgin.