John Petersen, 38 ár, og Mikkjal Thomassen, 35 ár, skulu hava ábyrgdina av besta mansliðnum hjá B36 næstu tvey árini.
Umframt at vera høvuðsvenjarar, skulu teir virka sum sambindingarliður í menningini av ungdómsspælarunum hjá B36.
- Tað er ein sannroynd, at vit ikki hava verið nóg dugnalig at ment okkara egnu spælarar til tað, sum krevst í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Mikkjal og John eru báðir stórir profilar í felagnum. Teir kenna væl felagið og tað arbeiði, sum longu verður gjørt, og saman við eini umskipaðari ungdómsnevnd verða teir nú eisini við til at betra talentmenninga í felagnum, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36, við heimasíðuna hjá felagnum.
Talan er um eitt venjarapar, sum í stóran mun hevur sín samleika í felagnum. John Petersen, ættaður av Skála, spældi við B36 frá 1997 til 2004, og Mikkjal Thomassen var partur av liðnum frá 1998 til 2007.
John Petersen hevur staðið A-útbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum. Hann hevur fyrr verið hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum og AB, umframt at hann var venjari hjá Skála í hálvtannað ár.
Mikkjal Thomassen var høvuðsvenjari hjá B36 í 2009. Hann hevur tikið T-1 venjaraskeiðið hjá DBU í heyst, og hann fer ætlandi undir A-partin av venjaraútbúgvingini í næstum.