John og Eli takka nei til B36

FM vinnararnir leita framvegis eftir nýggjum venjara, men listin minkar

B36 er framvegis í gongd við at seta navn á venjaran til komandi kappingarnár, eftir at Sámal Erik Hentze vandi at gevast eftir kappingarlok.

 

Les eisini: FSF venjari høgt í metum hjá B36

 

Tað ljóðar, at John Petersen og Eli Hentze hava verið á venjaralistanum hjá B36, men hava báðir boðað frá, at teir ikki eru sinnaðir at taka av.

 

John Petersen er eitt upplagt val við sínum status sum legendu í felagnum. Tó hevur hann ikki verið venjari í bestu deildini í nøkur ár, og er sum skilst er hetta heldur ikki tíðin, har hann átekur sær eitt arbeiði í Effo-deildini.

 

Les eisini: Ársins venjari gevst

 

Eli Hentze hevur eisini verið millu teir, sum leiðslan í B36 hevur havt eyguni eftir. Hann er ungdómsvenjari hjá FSF og skal somuleiðis hava boðað B36 frá, at hann ikki er sinnaður at taka við. Eli Hentze hevur verið upp á tal í AB fyrr.

 

Av tí sama byjra fleiri pílar at peika á menn sum Jógvan Martin Olsen og Eyðun Klakstein. Jógvan Martin Olsen hevur annars boðað frá, at hann tekur eitt steðg frá fótbólti í eina tíð. Eisini skal Øssur Hansen hava verið inni í myndini.