John McDonnell í Føroyum

Millum áskoðarnar til dystin millum NSÍ og EB/Streym í Runavík fríggjakvøldið, vóru Brian Kerr og nýggi hjálparvenjarin John McDonnell. Sosialurin fekk eitt stutt prát við nýgja hjálparvenjaran hjá A-landsliðnum, sum var hugtikin av spælinum, og ikki minst lívligu áskoðarunum.

Fyri góðum mánað síðani setti FSF nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum settur, og fall valið á íran John McDonnell, sum fyri fyrstu ferð var í Føroyum í vikuskiftinum, har hann skuldi kunnað seg um føroyskan fótbólt.
-Ja hetta er fyrstu ferð eg eri í Føroyum, sigur John McDonell, og heldur fram – at hann er komin til Føroya sum liður í fyrireikingunum til komandi vinardystin hjá Føroyska A-landsliðnum, sum verður ímóti Luksemburg í komandi mánað.
Dysturin millum NSÍ og EB/Streym var fyrsti dysturin í Vodafonedeildini, sum John McDonnell hevur verið til, og hann var hugtikin av lívligu áskoðarunum, men var meira varin, tá hann varð spurdur um sjálvan dystin.
-Tað er trupult hjá mær at úttala meg um dystin. Eg haldi at til tíðir er ov nógv ferð á spælinum, og tí verður tað eitt sindur rótut til tíðir, men tað sæst at har eru leikarar á vøllinum, ið eru tekniskt væl fyri, sigurJohn McDonnell, sum tó ikki við grundgeva fyri, hvørjar leikarar hann meinar við.
Spurdur um hvat hann kendi til føroyskan fótbólt, svarar John McDonnell, at enn kennir hann ikki tað stóra til føroyskan fótbólt. Tað er so stutt tíð fráliðin, síðani hann var settur í starv, men hann hevur sæð fleiri av føroysku liðunum á DVD, so eitt sindur kennir hann tó til føroyskan fótbólt.
Umframt at hava verið til dystin í Runavík fríggjakvøldið, so skuldi nýggi hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum eisini hyggja eftir HB og B68 í Gundadali sunnudagin, áðrenn leiðin gongur aftur til Írlands mánadagin.