John McCain, sum var forsetavalevni hjá republikanarunum í USA í 2008, boðaði í gjár frá, at hann styðjar Mitt Romney í royndum hansara at gerast valevni til valið í heyst.
Á einum veljarafundi hjá Mitt Romney í statinum New Hampshire kom McCain á pallin og kunngjørdi avgerð sína. Hann segði, at eftir hansara tykki er Mitt Romney førur fyri at vinna valið í november.
Uppstillingarvalið í New Hampshire verður í næstu viku, og meiningakanningar vísa, at Romney fer at vinna greiðan sigur har. Michelle Bachmann gavst við sínum valstríði í gjár, men í hennara stað kemur Jon Huntsman, sum er fyrrverandi guvernørur í Utah. Rick Perry ætlar sær at leypa New Hampshire um og at royna seg aftur í South Carolina ístaðin fyri.