John Mayer til Danmarkar

20. juni kemur amerikanska sangstjørnan John Mayer til Danmarkar at halda konsert í Falkoner Teatrinum. Seinastu árini hevur John Mayer bergtikið bæði ummælarar og viðhaldsfólk við rødd síni og tónleiki sínum við íblástri frá stórum nøvnum sum Cream og Jimi Hendrix.

 

31-ára gamli Mayer byrjaði karrieruna við at spæla akustiskan rokk og popp, men eftirhondini hevur hann flutt seg alsamt longur ímóti blues-genruna. Nýggjasta fløga hansara ?Continuum?, sum kom út í september 2006, tykist aftur at hava vunnið hjørtini hjá ummælarunum ? til Grammy-heiðurslønarhandanina vann hann bæði fyri bestu poppfløgu og besta mannliga poppsangara við lagnum ?Waiting on the World to Change? av fløguni.