John Martin á Tórsfest

John Martin og Michel Zitron høvdu minniliga konsert á Voxbotn í 2015, og nú koma teir aftur til Føroya at spæla.


Hesaferð skulu teir spæla tiltakið Tórsfest, sum verður hildið á gongugøtuni í Havn tann 22. juli.

John Martin kom fram, tá ið hann legði rødd til heimshittið Reload, og seinni tá hann saman við Swedish House Mafia kom inn á altjóða hitlistarnar við sangum sum Save The Wrold og Don’t You Worry Child. John Martin er eisini kendur við lagnum “Anywhere for You”, ið hevur staðið seg væl og hevur eisini verið nógv spælt her heima. Michel Zitron er mest kendur sum framleiðari, DJ og sangari á lagnum Red Lights hjá Tiesto.

 

Umframt John Martin og Michel Zitron er longu kunngjørt, at David Bickler úr Survivor, Poul Krebs, Michael Falch, Friðrik Dór, Konni Kass, Marius, Swangah, Hamradun og Páll Finnur Páll eisini verða millum nøvnini á Tórsfest 2017. 

 

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.