John Lawton og Teitur á Jóansøkufestivalinum

John Lawton er kendur sum fyrrverandi sangari í Uriah Heep, men eisini sum sangari í fleiri øðrum kendum bólkum, eins og hann hevur megnað at staðið á egnum beinum. Teitur hevur útgávukonsert sína á Jóansøkufestivalinum í samband við útgávuna Káta Hornið

Festivalar


Niels Uni Dam

nielsuni@sosialurin.fo


Jóansøkufestivalurin avdúkar nú høvuðsnøvnini í ár og john lawton, fyrrverandi uriah Heep, og Teitur Lasse eru stóru nøvnini í ár. John Lawton stóð á odda fyri Uriah Heep í seinnu helvt av 1970unum. John Lawton byrjaði annars tíðliga í steytiárunum í Týsklandi við "Les Humphries Singers", og var eisini sangari í tí legendariska týska rockbólkinum Lucifer's Friend (1969-76 & 1979-'95) har hann var við til at spæla inn 9 plátur, hansara navn er kent fyri eina sera kraftiga rødd og eina karismatiski persónligheit og er hann tí av onkrum valdur til at vera ein av teimum bestu "hvítu" blús sangarunum í Heiminum.


Teitur

Hitt høvuðsnavnið á Jóansøkufestivalinum er Teitur Lassen, sum júst nú er fløguaktuellur við fløguni “Káta hornið”, sum hevur fingið framúr góð ummæli. Fløgan Káta Hornið er tann triðja solo-fløgan hjá Teiti. Teitur hevur tey seinastu árini ferðast kring Heimin við  tónleiki sínum og gongur leiðin hjá hálva tvøramanninum nú á fyrsta sinni í mong ár til Suðuroynna.







FAKTA – John Lawton

Søguligt yvirlit:


Hann byrjaði tíðliga í steytiárunum í Týsklandi við "Les Humphries Singers". Fyrrverandi Uriah Heep frontmaður og eisini sangari í tí legendariska týska rockbólkinum Lucifer's Friend ( '69-'76 & '79 -'95) har hann var við til at innpæla 9 studio plátur, hansara umdømi er kent fyri eina sera kraftiga rødd og eina karismatiska persónligheit og er hann tí av onkrum valdur til at vera ein av teimum bestu "hvítu" blues-sangarunum í heiminum.

John gjørdi seinni orkestrið GunHill, nú betri kent undir navninum John Lawton Band, Jan. '94 sum hava spælt í UK og Evropa.

ì 1995 var hann aftur eitt stutt skiftið aftur við í Uriah Heep, í tvær vikur, tá ið teir vóru á konsertferð við Deep Purple í Suðurafrika. Orsøkin var at tann táverandi sangarin Bernie ,hevði trupuleikar við røddini .

Í august 2000, útgav hann sína solo fløgu "Still Paying My Dues.." ið varð produserað av Robert Papst, Hendan fløgan verður mett at verða tað besta John Lawton nakrantíð hevur útgivið.......

Í maj 2001 kom samstarv ílag við Ken Hensley og gjørdu teir "The Hensley Lawton Band". Aftaná at hava ferðast alt várið og summarið 2001 , fóru báðir aftur til sínar "solo" karrierur tú kanst lesa meira um hetta projektið á hensleylawton.com

The John Lawton Band "JLB" kom undir "Classick Rock Productions í 2001 og hava innspælt tað aukustisku fløguna "Steppin it up " við John & Steve.

"One More Night" Live at the Mean Fiddler ,CD & DVD, er upptikin í 2002, og seinni(í 2003) kom JLB's "Sting In The Tale" sum er ein góð studio rockfløga .

Seinni kom Live fløgan og dvd´in "Shakin' The Tale"..

JLB hava javnan verið á ferð. Síðsta spæling við JLB var í Hamburg , Sept 2004 ,tá ið John avgjørdi at taka ein steðg frá tónleikinum!. Síðan hevur John spælt solo.



John Lawton.....sang, aukustiskan guitar og munnharpa

Flestu rockáhugað kenna bólkin Uriah Heep, sum skrivaðu ein hóp av hittum í sjeytiárunum, t.d. easy living , stealing, the wizard o.s.v. Tey sum eru eitt sindur meira inni í Uriah Heep søguni minnast kanska, at David Byron varð tveittur úr bólkinum vegna rúsevnistrupuleikar. Vit tosa nú um árið 1976, tá ein nýggjur sangari kemur uppí bólkin nevniliga, John Lawton við tí høgu, kláru og kraftigu røddini. Hann syngur væl og kann saktans fylla leiklutin sum frontmaður í Uriah Heep, sum enn vóru sera vælumtóktir í Føroyum. John Lawton syngur á plátunum "Innocent Victim", "Firefly", "Fallen Angel" og "Live '79". Teir spældu til konsertir kring um í Europa og USA fram til september '79, tá John Lawton for aftur til sín gamla bólk Lucifer´s Friend. Tað vóru ikki tey heilt nógvu árini, at John Lawton var við í Uriah Hep, men hann hevur sett nøkur sera djúp spor fyri eftirtíðina hesi fáu árini, tí enn eru tað nógvir føroyingar, sum kenna tónleikin og kunnu syngja við uppá sangirnar, sum John Lawton innspældi

Tey mestu kendu løgini sum John Lawton hevur sungið í studio við Uriah Hepp vóru kanska: The HANGING TREE, WISE MAN, SYMPATHY, FIREFLY, FREE'N'EASY, FREE ME, COME BACK TO ME, LOVE OR NOTHING, I'M ALIVE og FALLEN ANGEL. Á konsertferðunum sang John Lawton eisini teir gomlu sangirnir hjá Uriah Heep til konsertir, eitt nú The Wizard, Easy living, Stealing, Sunrise o.s.v.

John Lawton hevur samstarvað við nakrar av teimum allar størstu rocklegendunum, í ymiskum útgávum, íroknað Roger Glover'sa "Butterfly Ball" live in the Royal Albert Hall í '75, saman við David Coverdale, Glenn Hughes, Ian Gillan og Twiggy. Seinni saman við Eddy Hardin's "Wizard's Convention ll" við Chris Farlowe, Dennie Lane, Paul Jones and Tony Ashton.

John hevur harumframt arbeitt saman við nøkrum av heimsins bestu prodjúsarunum , íroknað Tony Clarke (Moody Blues) Jimmy Miller (Rolling Stones) Harold Faltermayer (Pet Shop Boys), og luttikið á fleiri ørðum fløgum.