Fótbóltur
Hóast fótbóltslívið hevur ført hann til fleiri onnur feløg, so er John Petersen Skála-maður um ein háls. Hann hevur kanska ongan tíð spælt við Skála í bestu deildini, men uttan iva er hann størsta fótbóltsnavnið, sum bygdin hevur fostrað. 57 ferðirnar hevur hann spælt á føroyska fótbóltslandsliðnum, og gjøgnum árini er hann næst mest skorandi spælarin í fremstu føroysku deildini.
Tí var tað kanska upplagt, at tað var til hansara, at Skála vendi sær, tá felagið skuldi finna sær nýggjan venjara fyri Darko Kovacevic, sum bert fekk fýra Formula-dystir í felagnum.
Skuldi kortini heim
Og John viðgongur, at tað vigaði nógv, at tað var júst Skála, sum var í hinum endanum av horninum, nú venjari skuldi setast.
- Sum flestu onnur, so sá eg á portalinum, at venjarin ikki longur var í felagnum. Eg hugsaði tó ikki stórvegis um mín møguleika, fyrr enn eg varð uppringdur. Men tað hevði alt fyri eitt mín áhuga. Ikki minst, tá tað var júst Skála.
- Og so skuldi ikki tann heilt stóra umhugsunartíðin til, áðrenn eg tók av. Tað broytir sjálvandi nøkur praktisk viðurskifti hjá mær, men eg skuldi kortini heim á klettarnar aftur í summar, so tað var eingin kollvelting sum so. Sjálvandi vóru tó nøkur praktisk viðurskifti, sum skuldu avgreiðast. Millum annað mátti eg siga meg úr starvinum í Viborg, har eg havi verið hjálparvenjari hjá eykaliðnum.
Bert spælt við Levi
Hóast upprunaliga Skála-maður, so hevur John ikki tær heilt stóru royndirnar við hópinum, sum hann nú skal venja.
- Levi var blaðungur í besta B36-hópinum, tá eg spældi seinasta árið har. Annars havi eg ikki spælt á liði við nøkrum av hinum. Eg lovaði tó fyri nøkrum árum síðani Paula Højgaard, at tá hann kom á besta Skála-liðið, skuldi eg nokk eisini koma, so tað hevur hann onkra tíð prikað meg við. Men um tað verður sum spælari veit eg so ikki. Tað er so ikki tað, sum eg havi fremst í huganum. Og við flytingarvindeyganum ber hetta so í fyrsta lagi til í summar, sigur John, sum leggur afturat, at hetta helst bara er gott.
- Tað gevur mær so ein møguleika at koma eitt sindur í form, heldur hann heldur speiskliga fyri.
Fyrstu dystirnir mugu vinnast
Avbjóðingin hjá John verður fyrst og fremst at fáa liðið tvey pláss upp á talvuni, áðrenn eyguni verða vend longur uppeftir. Ein uppgáva, sum John á ongan hátt sær sum vónleysa.
- Eg havi ikki sæð liðið spælt í ár. Men teir hava so verið fimm ár í fremstu røð, og tvey av hesum hava jú verið heilt góð. Sjálvur komi eg upp mánadagin, og tá vóni eg, at felagið er trý stig ríkari. Men undir øllum umstøðum er umráðandi, at nøkur stig koma á kontina hampuliga skjótt.
Skála skal sunnudagin spæla móti GÍ. Fyrstu dystirnir hjá John sum venjara verða á útivølli móti VB/Sumba og á heimavølli móti B71. Á pappírinum eru hetta dystir, sum helst skulu vinnast, um niðurflytingarvandin ikki skal gerast alt ov ítøkiligur.









