Tað gongur strúkandi hjá John Kerry, sum hevur sett sær fyri at bjóða George W. Bush av á forsetavalinum í heyst.
Á uppstillingarvalinum í New Hampshire fekk John Kerry 39 prosent av atkvøðunum, meðan næsti maður, Howard Dean, fekk 26 prosent. Hini valevnini fingu munandi minni. Wesley Clark fekk 13 prosent, John Edwards 12, og Joseph Lieberman fekk níggju prosent.
John Kerry segði í gjár, at sigrar hansara í Iowa og New Hampshire vísa, at tað ber til at koma afturíaftur. Við hesum sipaði hann til, at fyri bara einum mánað síðani var tað eingin, sum helt, at hann hevði nakran møguleika at vinna eitt uppstillingarval.
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at hóast John Kerry hevur fingið eina stak góða byrjan í uppstillingini hjá demokratunum, eru ikki allar súður syftar enn. Teir vísa á, at í 1992 tapti Bill Clinton uppstillingarvalini í júst Iowa og New Hampshire, men at hann kortini gjørdist forsetavalevni hjá demokratunum.
Í næstu viku verður uppstillingarval í sjey statum, og tá kemur hann veruliga royndin hjá John Kerry, siga eygleiðararnir.