- Eg havi hvørki kallað løgtingslimir fyri neyt, ella John Johannessen eina kúgv, men mentanarliga er hann kúheiðin, sigur Kári á Rógvu, tingmaður um varaformann Løgtingsins - John Johannessen er mentanarliga kúheiðin.
Tað er skoðsmálið, sum varaformaður Løgtingsins fær frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, eftir ein orðadrátt í Løgtinginum í dag.
Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, varð Kári á Rógvi átalaður fyri at hava kallað tinglimir atkvøðuneyt og beint aftaná varð hann eisini hóttur við at verða varpaður á dyr fyri at hava samanborið John Johannessen við eina kúgv í stiga.
- Áheitan mín var á tingfólk um ikki at sova, men heldur vakna, um at koma úr fongslinum og ikki vera atkvøðuneyt hjá fíggjarnevndini, sigur Kári á Rógvi í eini viðmerking.
- Púra óvart átalaði varaformaðurin John Johannesen bæði røðuna í síni heild, tí hetta var ikki aðalorðaskifti og serliga at neyt ikki hava atgongd til tingsalin, sigur Kári á Rógvi, sum kallar John Johannessen bæði áfalnan og óvirðiligan.
- Loksins spurdi eg fynduga og spydiga varaformannin, um rættleiðing hansara skuldi skiljast soleiðis, at ikki bar til at siga, at John Johannessen sum formaður klárar seg sum kúgv í stiga, sigur Kári á Rógvi.
- Tá gjørdist politiski leiðarin í javnaðarflokkinum firtin og tók orðið frá mær, sjálvt um eg ikki hevði biðið um at sleppa siga meira.
Kári á Rógvi heldur, at henda átala kann samanberast við mangar av óátalaðu málblómunum hjá monnum sum Óla Breckmann ella Henrik Old, ella frá § 266b-kjakinum, tá samkynd veruliga vórðu ósømiliga niðurgjørd.
- Soleiðis havi eg hvørki kallað tingfólk ?neyt? ? ella varaformannin ?kúgv? men brúkt tað, tey nevna orðamyndir ? metaforar.
- Orðið ?atkvøðneyt? er sera vanligt hugtak í politiskum orðaskifti, ið ikki minst ellisformaður løgtingsins plagar at brúka, sigur Kári á Rógvi.