John Johannesen á vitjan í Klaksvík

Mikudagin var John Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, í Klaksvík, har hann umframt at vitja stovnar á heilsuøkinum eisini var inni á gólvinum í býráðshúsinum, har Gunvá við Keldu tók ímóti. John Johannesen hevði aðalstjóran, Poul Geert Hansen, við sær á kunnandi vitjan í Klaksvík.

Á skránni vóru vitjanir á stovnum í Klaksvík undir ábyrgd landsstýrismansins, sum eitt nú eru Klaksvíkar Sjúkrahús, Norðoya Apotek, Heilsutrygd og Læknamiðstøðin.

Heilsumálaráðið og kommunan eru felags um ábyrgd og umsiting av ávísum málsøkjum innan heilsumál, og nýttu landsstýrismaðurin og borgarstjórin høvið til at kunna hvønn annan og samskifta um hesi.

-Læknamiðstøðin við Sandin, sum kommunan ? í samstarvi við grannakommunur ? fyri nøkrum árum síðan lat byggja, gevur sera góðar karmar um kommunulæknatænastuna í Norðoyggjum, og har gott samstarv er millum Heilsumálaráðið, kommununa og kommunulæknarnar. Í løtuni fer fram ein samskipan og nýskapan á læknamiðstøðini, har viðtalurnar fyri stuttum hava fingið felags telefonnummar, og ein sjúkrarøktarfrøðingur er nýliga byrjaður í starvi, sigur landsstýrismaðurin í tíðindaskrivi í dag.

Hetta skrivar Javnaðarflokkurin í dag.