Hann var gitin sum málrevurin í B36. Hann var vanliga púra kaldur, tá hann fekk møguleikan.
Tað prógva hagtølini væl og virðiliga. Sambært faroesoccer.com, hevur hann skotið 162 mál í 184 dystum fyri B36. Tað hevur givið honum sanna hetjustøðu millum hvítu og svørtu fótbóltsfjeppararnar í Havn.
Nú hava hann og Mikkjal Thomassen tikið fast um stýrisvølin á B36-skútuni. Árstalsfelagið kunngjørdi á sínari heimasíðu um vikuskiftið, at John Petersen og Mikkjal Thomassen skulu stjórna besta mansliðnum hjá B36 næstu tvey árini.
Tað eru sjey ár síðan, at fyrrverandi landsliðsframherjin veittraði felagnum farvæl. Hann hevur síðan roynt seg sum venjara á Skála og AB, umframt at hann var hjálparvenjari á føroyska landsliðnum.
Nú fer hann aftur at hava sína dagligu gongd í B36-húsinum. John Petersen væntar ikki, at hansara avrik sum leikari fara at hjálpa honum í hesum venjarastarvinum.
- Eg kenni væl umstøðurnar og felagið sum heild. B36 er mítt fótbóltsheim. Sigfríður Clementsen stóð seg væl sum spælari her, og hann hevur áður vunnið føroyameistaraheitið og steypakappingina við B36. Hann var hinvegin viðfarin eins og aðrir venjarar í fjør. Mín fortíð í felagnum verður ikki ein fyrimunur í so máta, sigur John Petersen.
Eingin málsetningur enn
Úrslitini hjá B36 hava ikki verið nøktandi seinastu tvey kappingarárini. Liðið hevur ikki spælt seg í Evropa. Undirtøkan hevur eisini verið minkandi. Færri og færri áskoðarar hava verið til heimadystirnar í Gundadali.
John Petersen veit ikki at siga, hvør málsetningurin er fyri kappingarárið 2011. Tað er ikki greitt, hvussu endaligi hópurin fer at síggja út, og tað ber illa til at gera greiðar niðurstøður í løtuni.
Hjalgrím Elttør, Magnus Olsen, Bárður Olsen, Christian Mouritsen og Jónas Tór Næs eru farnir í annað felag.
- Vit royna fremst av øllum at fáa nýggjar spælarar í hópin, sum skulu loysa hinar av. Vit víst áhuga í fleiri spælarum, men tað eru vit ikki einsamallir um. Eingin veit at siga, hvør hópurin verður, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur tann 23. februar, og tá vita vit, hvørji mál eru realistisk at seta sær, sigur John Petersen.









