John hevur ikki skorað fyri Amstetten í 10 dystum

Amstetten reyk út úr eysturríksku steypakappingini í kvøld

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá John Frederiksen í næstbestu eysturíksku fótbóltsdeildini seinastu mánaðarnar.

 

Fyrstu trý umførini skoraði John Frederiksen trý mál fyri lið sítt, Amstetten, men nú eru skjótt tríggir mánaðir síðani hann skoraði fyri Amstetten seinast.

 

Síðani John skoraði tvey mál móti Steyr 6. august hevur hann ikki skorað í 10 dystum, og spælitíðin hjá honum er eisini blivin meiri avmarkað.

 

Í kvøld taptu John og liðfelagarnir fyri gamla stórliðnum, Rapid Wien á heimavølli í eysturríksku steypakappingini. Rapid Wien vann dystin 3-0.

 

Tá John Frederiksen kom á vøllin seinastu 20 minuttirnar var støðan longu 3-0 til Rapid Wien.

 

Amstetten liggur á einum fimta plássi í næstbestu deildini við 21 stigum fyri 12 dystir. Níggju stig eru upp til oddaliðið, Lustenau sum hevur 30 stig.

 

Sunnudagin spælir Amstetten á útivølli móti FC Juniors, ið liggja næstaftast í deildini við bert átta stigum.