John hevur fingið staðfest heilasvull

Føroyski áleyparin í finskum fótbólti skal undir skurð fyri heilasvull

Fyrrverandi føroysku ungdómslandsliðsspælarin, John Frederiksen, sum hevur spælt við 07 Vestur og HB, hevur fingið staðfest heilasvull og skal undir skurð í næstum. Tað sigur hann í samrøðu við við finska miðilin SK Urheilu.

- Eg vil vinna hendan dystin, sigur John Frederiksen við SK Urheilu.

John Frederiksen er uppvaksin í Danmark og hevur spælt í lægri deildunum við Fredensborg, Frem og Skovshoved. Hann spældi í 2017 við 07 Vestur, og árið eftir var hann við til at vinna FM við HB. Hann hevur í seinastunni spælt við MuSa í næstbestu deildini í Finnlandi.