John Heri aftur í HB

Fyrrverandi B36 og B68-leikarin John Heri Dam er nú aftur í barndómsfelagnum HB.

Tá ið besta liðið hjá HB vandi mánakvøldið var ein nýggjur maður við til venjingina. Talan var um John Hera Dam, sum ikki hevur verið í barndómsfelagnum síðani í 1996, tá ið hann skifti til grannarnar úr B36.
Síðani hevur John Heri spælt í nøkur ár við B68, og hann hevur eisini verið uttanlands, og millum annað verið við á næstbesta liðnum hjá Fremad Amager.
HB-venjarin, Heine Fernandez, sigur, at út frá tí, sum hann sá undir venjing mánakvøldið, so metir hann so avgjørt, at John Heri er ein styrkur fyri hópin hjá HB.
John Heri virkar sum ein góður spælari, ið kann nýtast á mongum plássum, og slíkir eru altíð góðir at hava í hópinum, sigur Heine Fernandez.