John heldur hurðini opna

Hóast hann í seinasta landsdystinum varð fluttur á beinkin, so tykist John Petersen enn ikki hava slepa vónini um fleiri landsdystir afturat teimum 55, sum hann hevur

Kastrup, Keypmannahavn: Síðani hann á sinni kom á vøllin til útidystin móti Jugoslavia, hevur hann verið fastur maður á føroyska landsliðnum. Ta ferðina skeyt hann føroyska málið í 3-1 tapinum, og samanlagt er tað vorðið til 55 landsdystir og 6 mál fram til dagin í dag.
Viðvíkjandi fasta plássinum á liðnum, so var tó ein broyting, tá Frakland vitjaði fyri sløkum mánaði síðani. Ta ferðina mátti John Petersen taka til takkar við einum plássi á beinkinum, og tó at 10-talið á rygginum framvegis markeraði ein ávísan status, so vóru tað helst mong, sum tá hugsaðu, at hetta var at kalla vegamótið hjá einum av grundstuðlunum á landsliðnum seinastu mongu árini. Ikki minst tí hann samstundis hevur boðað frá, at hann nú gevst í B36 og fer til Danmarkar, samstundis sum hann við seinasta dystinum fyri B36 fór út um evstamarkið, tá um ræður skifti til danskt divisiónsfelag hesumegin vetrarsteðgin.
Tá vit í Kastrup fingu orðið á John Petersen, tóktist hetta tó enn ikki vera vorðið til nakað tema.
- Tað er so nakað, sum eg enn ikki havi tikið støðu til. Tað er rætt, at eg við dystinum móti B68 fór út um evstamarkið fyri at flyta til danskt divisiónsfelag, men tað var so ein avgerð, sum eg hevði mínar orsøkir til at taka.
- Fyrst og fremst, so ræður nú um hjá mær at finna meg til rættist í Viborg, har daman er farin undir lesna. Saman við henni og soninum skulu vit nú fáa alt upp á pláss, og so má fótbólturin koma í aðru røð. Tí er tað ikki nakað mál í sjálvum sær hjá mær her og nú, sigur John.
Og spurdur, hvørt tað so er møguligt, at hann seinni verður partur av føroyska liðnum, er álopsleikarin als ikki so avgjørdur.
- Tað fari eg so ikki at svara fyri her og nú. Tað veldst millum annað um, hvussu vit trý finna okkum til rættist í Danmark, og undir øllum umstøðum er tað so nakað, sum eg fari at tosa við landsliðsvenjaran um, áðrenn eg fari at siga tað í miðlunum, sigur John Petersen at enda.