John Havn aftur kvikastur

Navnið John Havn er vorðið kent í Føroyum, tá ræður um at egna skjótt

Navnið hevur verið afturvendandi á fleiri Sjómannadøgum, og enn einaferð livdi hann upp til leiklutin sum favorittur at vinna egnikappingina.
Tað vóru 10 luttakarar við í kappingini.
John Havn gjørdist vinnari við tíðini 7.59.36, Leon Sólheyg endaði á øðrum plássi við tíðini 8.27.38 - og á triðja plássi kom Anfinn Hansen við tíðini 8.31.27.