John fyllir áttati

Tað er eitt sindur torført at ímynda sær, at nú er John á Gørðum, svágur mín, 80 ár. Hann hevur ongantíð rættiliga verið typan uppá ein gamlan mann, lættur í sinni og skemtingarsamur sum hann er.

John er sonur Giddu og Jens Christian Simonsen, Jens Christian í Toft. Tey búsettust á Gørðum. John varð sum ungur sjómaður og sigldi m.a. við Atlantsfarinum, sum verfaðir hansara Jógvan hjá Billu átti saman við Kjølbro.
John var tó ikki leingi sjómaður. Hann legðist upp á land, tá hann giftist við Bodil, dóttir Annu á Nesi og Jógvan í Beiti í Lorvík. John fór at koyra bil heldur enn at baksast á sjónum.
Næstan øll árini síðani hevur John koyrt bil. Tey fyrstu mongu árini taxabil og síðani lastbil. Eitt skifti arbeiddi hann saman við beiggjanum Símuni á bilverkstaðnum, sum Kjølbro hevði á Biskupsstøð, og í nøkur ár var hann eisini á flakavirkinum á Kósini. Men John treivst ikki rættiliga, hevði hann ikki speedara undir fótinum.
Bodil og John búsettust eisini á Gørðum. Tey fingu 6 børn:
Jógvan (Egga) er giftur við Áslu, f. Klein. Tey eiga børnini Mary, Bjørg og John.
Kjartan er giftur við Sonju, f. Høgnesen. Teirra børn eru Elsa, Bjørn, Bodil og Erla.
Anna er gift við Kára Müller. Tey eiga børnini Heidi, Beintu, Lars, Jonny, Ann Kari, Mariu og Randi.
Elisabeth er gift við Árna Jacobsen, og tey eiga Alex, Jónu og Rana.
Unn er gift við Elfinni Tróndheim. Teirra børn eru Lisa, Joan og Bogi.
Bjørn var yngstur av børnunum hjá Bodil og John. Hann doyði av sjúku 7 ára gamal.
Bodil og John eiga 16 langommu- og langabbabørn.
Heimið hjá Bodil og John hevur altíð staðið opið fyri øllum, og mong eru tey, sum hava sitið væl har. Sjálvur búði eg hjá teimum í fleiri ár og treivst væl.
Við hesum fáu orðum ynskja Ása og eg John tillukku við 80 ára degnum 30. august.

Finnbogi Ísakson