Håkan Ericson hevur úttikið 25 spælarar til HM-undankappingardystirnar móti Moldova, Danmark og Ísrael. John Frederiksen er nýggjur á landsliðnum, meðan spælarar sum Heri H. Mohr, René Shaki Joensen, Tróndur Jensen, Andreas Lava Olsen og Kaj Leo í Bartalsstovu eru við av teimum, sum ikki hava verið so nógv við. Eisini eru Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar við. Teir hava báðir havt skaðar í seinastuni.
Fyrstu vikuna í september skal A-landsliðið við monnum spæla tríggjar HM-undankappingardystir á heimavølli. Mikudagin 1. september ímóti Ísrael, leygardagin 4. september móti Danmark, og týsdagin 7. september koma moldovar á vitjan.
Málverjar:
Gunnar Nielsen
Teitur Matras Gestsson
Mattias Heðinsson Lamhauge
Verjuspælarar:
Odmar Færø
Viljormur í Heiðunum Davidsen
Gilli Rólantsson Sørensen
Rógvi Baldvinsson
Ári Mohr Jónsson
Sonni Ragnar Nattestad
Heini Vatnsdal
Heri Hjalt Mohr
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen
Sølvi Vatnhamar
Kaj Leo í Bartalsstovu
Gunnar Vatnhamar
Jákup Biskopstø Andreasen
Tróndur Jensen
Hallur Hansson
Rene Shaki Joensen
Petur Knudsen
Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson
Klæmint Andrasson Olsen
Meinhard Egilsson Olsen
John Frederiksen
Andreas Lava Olsen