50 LANDSDYSTIR
Jóannes Hansen
Í kvøld fer John Petersen, sum er 31 ára gamal, at spæla fyri 50. ferðina á landsliðnum. Harvið verður hann sætti føroyingurin, sum hevur spælt fimmti ferðir á fótbóltslandsliðnum. Hinir eru Óli Johannesen, sum undan dystinum í kvøld hevur verið við í 63 landsdystum, Jens Martin Knudsen (58), Allan Mørkøre (54), Julian S. Johnsson (53) og Øssur Hansen, sum hevur spælt 51 landsdystir.
Tað eru átta ár síðani, at John Petersen fyrstu ferð var á landsliðnum. Tað var 11. oktober í 1995, tá ið Føroyar vunnu EM undankappingardyst í San Marino 3?1. Todi Jónsson, sum hevði skorað øll trý málini, var eitt sindur skaddur, og John Petersen loysti hann av, tá ið tað restaðu sekstan minuttir. Síðani tá hevur John bara verið burtur frá landsliðnum í seks dystum.
John Petersen hevur skorað seks mál á landsliðnum. Tað fyrsta var í Beograd 24. apríl í 1996, tá ið John fyri fyrstu ferð var á liðnum frá fyrsta bríksli. Ta ferðina heilfluktaði hann eitt sera vakurt mál í 3?1 tapinum. Hann hevur skorað eina ferð ímóti Sveis, eina ferð ímóti Kasakstan, og so hevur hann skorað trý mál ímóti Skotlandi. Fyri einum ári síðani skoraði hann tvey á Svangaskarði, og í 1998 umsetti hann brotsspark til mál í Aberdeen. Tað eru bara Todi Jónsson (9) og Uni Arge (8), ið hava skorað fleiri mál fyri Føroyar í altjóða skrásettum landsdystum, enn John Petersen hevur gjørt.
Fremst í huganum
John Petersen dylir ikki, at hann altíð hevur kent tað sum stóran heiður og eisini góða avbjóðing at umboða Føroyar. Síðani hann fyrstu ferð varð úttikin, hevur hann bara seks ferðir verið burturfrá. Hann var ikki við á venjingarleguni á Kypros í 1996, tá ið Føroyar spældu ímóti Estlandi og Aserbadjan, hann var skaddur, tá ið Føroyar spældu ímóti Andorra í 1999, hann var ikki við á venjingarleguni í Spania í 2000, tá ið Føroyar spældu ímóti Íslandi og Finnlandi, og tá ið mótstøðuliðið í kvøld, Litava, var í Føroyum 8. september í 1999, var John leikbannaður.
Hvønn dyst minnist tú best av øllum?
? Tað hevur altíð verið hugaligt at spæla á landsliðnum, og tað hava verið nógvar spennandi avbjóðingar. Ikki minst tá ið vit hava spælt ímóti teimum størstu í Europa. Tað ferðina tá ið eg fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu í Beograd í 1996 stóð leingi fremstur í huganum. Ta ferðina var eg so heppin at skora fyri fyrstu ferð. Heimadysturin ímóti Skotlandi í fjør var sjálvandi minnisríkur fyri meg. Tað var hugaligt at skjóta tvey mál, men tá ið eg hugsi aftur á ta uppgerðina, so rennur støðan ofta fram fyri meg, tá ið eg hevði møguleikan at økja til 3?0. Um tað hevði eydnast, so høvdu vit ivaleyst vunnið ta ferðina, heldur John Petersen, sum metir møguleikan fyri sigri í kvøld at vera stóran:
? Í hesi EM undankappingini hava vit ongantíð havt betri møguleika at vinna, enn vit hava í kvøld. Leikluturin hjá Litava er liðugur. Teir eru vónbrotnir, tí teir høvdu vónað at hava møguleika at sleppa upp í part í Portugal. Tað eigur at ávirka teir skeiva vegin. Hjá okkum eigur tað at vera heilt øðrvísi.Vit hava longst eftir at vinna, og vit fara heilt víst eftir sigrinum hesa ferð. Tað skylda vit føroyskum fótbólti, áskoðarunum og eisini okkum sjálvum, sigur ein bjartskygdur John Petersen.










