John "Faxe" elskar Heina Vatnsdal

Navnframi venjarin fegnast um, at Fremad Amager hevur longt sáttmalan við Heina Vatnsdal

 

Heini Vatnsdal hevur nú longt sáttmálan við Fremad Amager, sum hevur kenda venjaran, John ”Faxe” Jensen. Maðurin, sum fyrr hevði so flottar krúllur, hevur nógv gott at bera føroyska miðvallaranum

 

- Heini er ein heldur róligur drongur, sum ikki ger so nógv um seg. Tí kann tað verða, at summi ikki leggja merki til hann. Fyri meg er hann ein spælari, sum allir venjarar ynskja sær. Hann hevur talent, er positivur og hevur altíð viljan at arbeiða gróthart, sigur danski EM vinnarin frá 1992.

 

Hann leggur afturat, at honum dámar eisini væl, at Heini hevur evnini at seta seg ígjøgnum í einum dysti.

 

Heini gleðir seg

Heini Vatnsdal flutti til Fremad Amager í summar, eftir at hann hevði leitað eftir nýggjum felag í eina tíð.

 

- Eg eri glaður, sera glaður. Tað hevur verið spennandi at royna seg í Fremad Amager. Eg kenni á mær, at eg menni meg. Tá so møgueliki var fyri at leingja samstarvið, ja so var ongin ivi fyri meg, sigur Heini Vatnsdal.

 

Umframt Heina, so eru eisini Finnur Justinussen og Christian L. Holst í hópinum. Fremad Amager skal í seinnu hálvu stríðast um at flyta upp í næst bestu deildina.