John fór avstað við atkvøðum

Katrin Dahl Jakobsen, fyrrverandi løgtingslimur Javnaðarfloksins, heldur, at tann harða kappingin millum tey einstøku valevnini hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi var orsøkin til, at hon misti tingsess sín

- Eg havi tað gott. Flokkurin hjá okkum fekk framgongd í Suðurstreymi, og tað er tað týdningarmiklasta, sigur Katrin Dahl Jakobsen, sum misti tingsess sín fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum fyrradagin.

Katrin Dahl Jakobsen leggur dent á, at javnaðarlistin í Suðurstreymi var sterkur, og tískil var hon fyrireika uppá alt.

John tók atkvøður
Katrin Dahl Jakobsen dugir illa at siga, hví hon fall, men hon roknar við, at tann harða kappingin millum tey einstøku valevnini hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi var ein høvuðsorsøk til tað.

- Eg vil ikki siga, at Helena D. á Neystabø, var ein beinleiðis orsøk til, at eg fall, men tað er greitt, at atkvøðurnar til tey kvinnuligi valevnini hjá okkum hava verið meira fordeildar enn vanligt, ti bæði eg, Elin Lindenskov og Joan Ziskason hava mist atkvøður. Hinvegin rokni eg við, at John Johannessen fór avstað við einari rúgvu av teimum ungu atkvøðunum, greiðir Katrin Dahl Jakobsen frá.

Aftur í Eysturskúlan
Spurd um, hvat hon nú ætlar sær at gera, sigur Katrin Dahl Jakobsen, at hon ætlar sær aftur í sítt gamla starv.

- Eg eri lærari, og tað er mítt borgarliga starv. Tað vanliga er, at mann fer aftur til starvið hjá sær, so eg endi aftur í Eysturskúlanum, sigur Katrin Dahl Jakobsen at enda.