Burtursæð frá Íslandi, sum Føroyar hava spælt níggju ferðir ímóti, síðani altjóða limaskapurin gjørdist veruleiki í 1988, so er Skotland tann fótbóltstjóðin, sum Føroyar oftast hava dystast ímóti. Allar uppgerðirnar uttan tvær ímóti Íslandi hava verið vinardystir. Í annaðkvøld fara Føroyar og Skotland at hittast fyri áttandu ferð. Allar ferðirnar hevur talan verið um undankappingardystir. Samantalda úrslitið higartil ímóti Skotlandi er fimm tap og tveir javnleikir. Málmunurin er 6-21. John Petersen, sum nú er hjálparvenjari á landsliðnum, hevur skorað helmingin av málunum ímóti Skotlandi. Eitt upp á brotssparkið, sum varð dømt ímóti Toda Jónsson í Aberdeen í 1998, og tvey í minniliga 2-2 dystinum á Svangaskarði í 2002.