FM Í EINSTAKLINGATALVI
Tað er nógv lív í, tað er stórur spenningur, men kortini er tað næstan fullkomuliga friðarligt. Hetta ljóðar ivaleyst sum mótsøgnir, men soleiðis hongur hetta saman. Tað er FM kappingin í talvi fyri einstaklingar, sum vit tosa um. Kappingin er á Toftum í hesum døgum. Fyrsta umfarið var á skránni leygardagin. Tvey umfør vórðu telvað sunnudagin, eitt var á skránni í gjár, tað verður aftur telvað í dag, og leygardagin ella páskaaftan verður greitt, hvør tað næsta árið fer at bera heiðurin sum føroyameistari í talvi.
Sum tað plagar at vera, so er tað eisini hesa ferð, at tað eru teir tíggju við hægsta styrkistalinum, sum luttaka í kappingini, ið mynda landsliðsbólkin. Eyðkent fyri kappingina hesa ferð er tað, at eingir útisetar luttaka. Teir hava annars verið rættuliga trúgvir og drúgvir tey seinnu árini.
Tá ið útisetarnir ikki eru við, hevur tað við sær, at nakrir av teimum, sum eru hægst á styrkislistanum, ikki kappast um føroyameistaraheitið. Av teimum tíggju ovastu á styrkislistanum eru fimm ikki við í FM kappingini. Teir eru teir tríggir ovastu ? John Arni Nilssen, Heini Olsen og Flóvin Þór Næs ? Ólavur Simonsen, sum er nummar seks og Eyðun Nolsøe, sum er á tíggjunda plássinum.
John Rødgaard er tann í FM kappingini, sum hevur hægsta styrkistalið. Og eftir trý tey fyrstu umførini, sum vórðu avgreidd leygardagin og sunnudagin, var veteranurin og fleirfaldi føroyameistarin á odda. Eftir sigrar á Olafi Berg og Steintóri Rasmussen í tveimum teimum fyrstu umførunum og remis sunnukvøldið ímóti Hans Kristiani Simonsen var John Rødgaard einsamallur á odda við tveimum og einum hálvum stigi.
Veteranarnir
Umframt John Rødgaard luttaka fleiri aðrir veteranar hesa ferð. Felags fyri teir allar er, at teir áður hava vunnið FM, og tað er eyðkent fyri fleiri teirra, at teir tey seinastu árini ikki hava gjørt so nógv við telvingina, sum teir onkuntíð hava gjørt tað. Her verður hugsað um Torkil Nielsen, sum á 19. plássinum er tann av luttakarunum í landsliðsbólkinum, ið er niðastur á styrkislistanum, um Jens Kristian Hansen, sum hesa ferð roynir at verja lokala felagið í besta bólkinum, og um teir báðar klaksvíkingarnar Steintór Rasmussen og Rana Nolsøe.
Felags fyri allar hesar og Boga Ziska er, at teir áður hava vunnið meistaraheitið fyri einstaklingar. Bogi er tann ein teimum, sum stóð seg best í trimum teimum fyrstu umførunum. Hann tapti í fyrsta umfarinum ímóti Martini Poulsen, men síðani vann hann á Torkili Nielsen og Rana Nolsøe.
Rani er tann, sum í trimum teimum fyrstu umførunum hevði soltnastu úrtøkuna. Tá ið hann seinnapartin í gjár við svarta fólkinum sessaðist yviri av Olafi Berg, átti hann framvegis fyrsta stigið á.
Framtíðin
Í nógvum ítrótti eru árini á toppinum ikki so mong. Likamligi førleikin heldur ikki til kapping á hægsta støði. Í talvi er tað ikki soleiðis ella rættari, so nýtist tað ikki at verða soleiðis. Tað eru mong dømi um veteranar, sum hava hildið sær á toppinum, og ? sum omanfyri nevnt ? so var tað soleiðis eftir trý tey fyrstu umførini í Tofta skúla, at veteranurin og aldursforsetin í landsliðsbólkinum, John Rødgaard, var einsamallur á odda.
Um hann fer at megna at halda tørn um oddasessin, fara dagarnir fram til páskaaftan at vísa. At likamligi førleikin og konditiónin og harvið úthaldni hava stóra ávirkan á avrikini eru telvarnir greiðir yvir. John Rødgaard hevur áður sagt, at tá ið tú fyrireikar teg til kappingar, so er tað týdningarmikið at venja konditión. Umframt førleikan at telva fer konditiónin ivaleyst at gera av, hvør fer at standa við FM steypinum leygardagin.
Yngra ættarliðið er í landsliðsbólkinum umboðað av Hans Kristiani Simonsen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Martini Poulsen og Olafi Berg. Hóast teir eru ungir, so hava teir longu verið við í fleiri ár. Allir teirra uttan Carl Eli hava longu roynt at vunnið FM fyri einstaklingar. Carl Eli er faktiskt tann einasti í landsliðsbólkinum, sum ikki hevur verið FM vinnari.
Tá ið telvararnir seinnapartin í gjár sessaðust fyri at fara undir fjórða umfarið, hevði Carl Eli framvegis góðan møguleika at sleppa á listan, sum hevur vunnið FM. Saman við Boga Ziska, Martini Poulsen og Hans Kristiani Simonsen hevði hann eitt hálvt stig minni enn oddafiskurin John Rødgaard. Carl Eli tapti í fyrsta umfarinum ímóti Hans Kristiani, men síðani vann hann á mammubeiggjanum, Rana Nolsøe, og so á Jens Kristiani Hansen.
Eftir sigurin á Carl Eli rakk Hans Kristian javnt ímóti Jens Kristiani og John Rødgaard. Martin Poulsen vann fyrst á Boga Ziska, og síðani telvaði hann javnt ímóti Olafi Berg og Steintóri Rasmussen.
Í gjár sá skráin soleiðis út: Hans Kristian Simonsen?Martin Poulsen, Jens Kristian Hansen?John Rødgaard, Steintór Rasmussen?Torkil Nielsen, Olaf Berg?Rani Nolsøe og Carl Eli Nolsøe Samuelsen?Bogi Ziska.
Nógvir unglingar
Í fyrsta bólki var Eyðálvur Johannesen á odda við 2,5 stigum, og í unglingabólkinum vóru tríggir á odda við trimum stigum ella fullum stigatali: Rógvi Egilstoft Nielsen, Helgi Dam Ziska og Jón Gregersen. Kappingin er tøtt, tí tríggir vóru teimum á baki við 2,5 stigum. Teir vóru Oddur Højgaard, Heri Thomsen og Rógvi Dragaberg. Áhugin millum unglingarnar er stórur. 34 luttakarar eru í hesum bólkinum.
Støðan eftir trý tey fyrstu umførini í landsliðsbólkinum var henda: John Rødgaard 2,5 stig, Hans Kristian Simonsen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Bogi Ziska og Martin Poulsen 2,0 stig, Torkil Nielsen 1,5 stig, Olaf Berg, Jens Kristian Hansen og Steintór Rasmussen 1,0 stig og Rani Nolsøe 0 stig.










