John Edwards í andgletti

John Edwards verður lagdur undir at vera pápi at barninum hjá einari kvinnu, sum arbeiddi hjá honum undir valstríðnum seinast John Edwards, sum tvær ferðir hevur roynt at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í USA, er av sonnum komin í andglettin, eftir at CNN hevur lagt hann undir at eiga barn saman við einari kvinnu, sum hjálpti honum í valstríðnum seinast.

John Edwards hevur viðgingið, at hann hevði kynsligt samband við kvinnuna, men hann avsannar, at hann er pápi at barni hennara.

Elisabeth Edwards, kona John Edwards, hevur sagt við fjølmiðlarnar, at barnið hjá kvinnuni líkist ikki børnunuum hjá sær og John. Hon sigur kortini, at hon veit ikki, hvørjum hon skal trúgva.