Fyri John Dam var sjógvurin stóri parturin av lívinum, frá tí hann fyrstu ferð fór til skips við pápa sínum, 13 ára gamal.
John Dam var ættaður úr Vestmanna. Hann var sonur Viggo Dam ? Viggo í Skúlanum ? og Mathildu. Hann giftist við Unn Niclasen, dóttir Birruna og Zacharis á Skipafelagnum. Tey áttu børnini, Hans Andreas, Maritu og Zacharis. Unn doyði í 1966.
John giftist seinni uppaftur við Oddvør Jacobsen úr Fuglafirði, dóttir Jóhannus, Skómakaran, og Ellifíu.
John var ikki bara kendur sum rokskipari, men hann var eisini maðurin, sum royndi eftir nýggjum fiskasløgum, eitt nú eftir hemara í Kanada, eftir laksi við gørnum undir Grønlandi, og hann var maðurin, sum seinast í sekstiárinum legði lunnar undir rækjuveiðina undir Grønlandi. Hann gjørdi eisini drúgvar royndir at veiða skeljar við tí nýggjasta Fame.