Leygardagin varð ein bringumynd úr bronsu avdúkað á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Og hesuferð var hetta ikki mynd av deyðum manni, men einum spilllivandi eldri skipara, sum hevur sett sína sjónligu slóð í føroyskt vinnulív.
Turrliga, knappa og mynduga andlitið á John Dam skipara í Havn er stoypt í brondu av kenda listarmanninum Hans Paula Olsen og komandi útmælingar innan fiskivinnuna verða í framtíðini mintir á, at tað er dirvi og gløggskygni, sum skal bera okkara fiskivinnu víðari fram at ókendum øldum.
Og djarvur hevur hann verið, John Dam. Hóast vinnan, hann legði lunnar undir, rækjuvinnan, gevur seg sáran í hesum døgum, so reisir hon seg aftur. Og hon er grundarlagið undir øllum grønlendska búskapinum, hon er grundarlagið undir 12 av okkara fremstu trolarum og hon er eisini grundarlagið undir dagliga breyðnum hjá tíggjutúsundtals fólki í Norðuratlantshavi.
John hevur verið ein undangongumaður við fleiri djørvum skipaætlanum. Fleiri eydnaðust, onkur ikki, men hansara tankar blástu lív í aðrar djarvar verkætlanin.
John Dam var sjálvur hjástaddur tá myndin varð avdúkað og tað er Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, sum tók stig til bringumyndina beint áðrenn hann legði frá sær. Sum skipari á farmaskipi hevur hann ført mong túsundtals tons av rækjum úr Grønlandi og inn á europæiska meginlandið.










