Sambært enska blaðnum er Aston Villa til reiðar at sleppa tí norska landsliðsframherjanum, um felagið fær bjóðað tríggjar miljónir bretsk pund frá Liverpool.
Sáttmálin hjá John Carew gongur út 1. juli í 2011, og norski framherjin hevur ikki fingið boðið ein nýggjan sáttmála frá venjaranum, Martin O´Neill.
Tann 30 ára gamli norðmaðurin spældi í Valencia, tá núverandi venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez var venjari hjá Valencia. Benitez hevur framvegis Carew høgt í metum.
Fleiri ensk bløð hava skrivað, at Liverpool fer at selja Ryan Babel og Andrey Voronin, fyri at tryggja Rafael Benitez nóg mikið av peningi til at keypa nýggjar spælarar.
John Carew hevur spælt við Aston Villa, Besiktas, Vålerenga, Rosenborg, Valencia, Roma og við Lyon.