John Frederiksen var á fyrsta sinni við frá dystarbyrjan hjá Raith Rovers í næstbestu skotsku fótbóltsdeildini í dag.
Raith Rovers tapti 0-1 fyri Greenock Morton á útivølli.
Greenock Morton skoraði sigursmálið uppá brotsspark tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat
Farna vikuskiftið var John eitt korter á vøllinum, tá Raith Rovers á heimavølli vann 3-0 á Cove Rangers.
Í dag fekk John 68 minuttir á vøllinum.
Komandi mikukvøld spælir Raith Rovers útidyst móti Arbroath.
Raith Rovers er nummar sjey í deildini við 12 stigum fyri 10 dystir. Partick Thistle og Inverness eru fremst við 20 stigum.