Fótbóltur
Tað var eitt B36-lið í mest sum kreppulíknandi støðu, sum fór til Vágs um vikuskiftið.
Talan var um triðja dystin á rað móti einum av oddaliðunum, og við tapum í teimum báðum undanfarnu dystunum, var árstalsfelagið skramblað av tindunum og niður í tað, sum í besta føri kann rópast miðalmát.
Tí er einki at ivast í, at tað stóð nógv á leikarunum, tá dysturin í Vági byrjaði, og tað tóktist eisini greitt, at teir hesaferð ætlaðu at gera nakað ítøkiligt fyri at venda gongdini.
Og fyrstu góðu løtuna vóru tað eisini gestirnir, sum vóru omaná. Teir vunnu nógvar nærdystir á miðvøllinum, og einstakar ferðir gjørdist talan eisini um heilt vandamiklar støður, sum kundu borið mál við sær. Eitt nú tá Áki Mørk gjørdist leysur og lobbaði upp um Bjarna í VB-málinum, men hesin seinni kundi dragan andan nakað lættari, tá tvørtræið bjargaði hesum.
Og so hendi tað, sum so ofta rakar eitt lið í mótráki. VB hevði hóast alt verið væl við allan dystin, og eisini teir høvdu havt nakrar møguleikar, sum Tróndur Vatnhamar tók sær av, men tað fekk hann ikki tíggju minuttir undan steðginum. Kanska var vinkulin hjá Kulic nakað spískur, men hann rakti bóltin bæði hart og reint, og stóð 1-0.
VB kundi avgjørt
Ikki óvæntað, so tók hetta nakað av luftini úr B36-liðnum, og teir høvdu hampuliga leingi ilt við at koma fyri seg.
Seinna umfarið hevði VB fyri tað mesta greiða yvirvág í spæli, og eisini spurdust fleiri møguleikar burturúr, sum ein væl spælandi Tróndur Vatnhamar tó megnaði at taka sær av.
Og spakuliga fekk B36 aftur blást luft í ballónina. Seinasta góða korterið nærkaðust teir alt meira VB-málinum, og fáar minuttir undan dystarloki eydnaðist teimum at fáa javnleikin í hús.
Bólturin varð spældur upp í høgru síðu, og tá innleggið kom var eingin vágbingar at ansa John Petersen, og hetta lat vandamikli harrin sær ikki siga tvær ferðir.
Sálarligan týdning
Hjá VB mundi tað kennast tungt, at teir soleiðis á stokkinum skuldu missa tvey stig, sum teir harðliga hava tørv á, um teir skulu fylgja við í oddastríðnum. Ein sigur hesaferð vildi eisini borið við sær, at teir høvdu lagt seg ájavnar við HB á øðrum plássi, en tann møguleikin má so bíða í øllum førum eina viku afturat.
Hjá B36 kundi eitt stig heldur ikki lyfta teir tað heilt stóra, men hinvegin er einki at ivast í, at sálarliga kann hetta hava sera stóran týdning. Undan hesum var liðið sum nevnt dumpað tvær ferðir á rað ímóti oddaliðum, og enn eitt tap her vildi næstan merkt eitt farvæl til allar dreymar um heiðursmerki, longu áðrenn kappingin var komin í helvt.
Enn er talan um nøkur stig upp til oddin, men við tveimum dystum á rað móti teimum báðum niðastu liðunum, kann tað skjótt vera, at árstalsfelagið fer at ota seg nakað uppeftir.










