John av Reyni í Smiðjuni

Í døgunum 22. ? 25. apríl hevur John av Reyni framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Talan er um framsýningina Náttúran og Tilveran við málningum, ið lýsa náttúruna og menniskjuna. Íblásturin kemur úr náttúrini, ið er so skiftandi og fangandi, og lýsir John hana og hennara skiftandi broytingar við sterkum litum yvir í mjørkakendu litirnar.

Í kenslusomum myndum lýsir John menniskju, ið er kring um hann, og tær kenslur, sum hann kemur í samband við í gerandisdegnum. John hevur áður sýnt fram á ólavsøkuframsýningin í Listaskálanum og í Mullers Pakkhúsi. Hetta er aðru ferð, hann hevur framsýning í Smiðjuni.

Fernisering verður fríggjadagin 22. apríl kl. 16-19. Framsýningin verður annars opin leygardagin og sunnudagin kl. 14-18 og mánadagin kl. 14-19.