John Arni á veg ímóti IM-normi

John Arni Nilssen stendur seg væl í eini altjóða talvkapping í Kekkia, og møguleikarnir eru rættiliga góðir fyri, at hann fær triðja og seinasta IM-normin, sum skal til fyri at gerast altjóða meistari.

John Arni hevði fyri evstamark á blaðnum hesaferð fingið 5 1/2 stig, og heldur hann hetta støðið restina av kappingini, so vinnur hann sær sín triðja IM-norm. Talvkappingin í Kekkia endar sunnudagin.