John Arni vann í Keypmannahavn

Føroyski telvarin vann nýggjárs kappingina hjá talvfelagnum ØBRO í Keypmannahavn

Hetta árið hevur ikki verið tað besta hjá John Arna Nilssen, sum er ein av føroysku telvarunum við hægsta styrkistalinum. Men millum jól og nýggjár var endabresturin á hesum árinum framúr hjá honum.

John Arni Nilssen luttók frá triðja jóladegi og fram til í gjár í nýggjárskappingini hjá talvfelagnum ØBRO á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Úrtøkan hjá John Arna í sjey umførum var 6 stig. Harvið var hann bestur saman við stórmeistaranum Jonny Hector. John Arni vann fimm talv og tvær ferðir endaði tað remis. Annar javnleikurin var ímóti GM Jonny Hector.

Undan kappingini var styrkistalið hjá John Arna 2244, og eftir kappingina er tað 2310.