John Arni Nilssen varð sera tætt við sín fyrsta IM-norm, tá hann herfyri í Politiken Cup 2001 royndi seg millum leyvurnar.
Hann hevði eina stak góða kapping, telvaði trygt ímóti sterkari mótstøðu og megnaði at vinna alla mótstøðu har hann var ratingfavorittur.
Undan seinasta talvinum hevði John Arni sjey stig av tíggju møguligum. Seinasti banamaður hansara varð sera sterki IM Erling Mortensen, sum vísti seg at verða ein ov stórur biti til føroying okkara.
Vann John Arni hetta talv varð IM-normurin heima, men soleiðis vildi lagnan tað ikki á hesum sinni. John Arni kann tó vera nøgdur við sítt avrik og fer hann longu í bardaga aftur tann 4. august í Bergen, sum einasta føroyska umboðið, tá NM verður telvað.
John Arni endaði loksins sum nummar 19-26 av 160 luttakararum við sínum sjey stigum. Heili fimm stórmeistarar býttu fyrsta pláss; Michail Gurevich, Alexander Rustemov, Peter Heine Nielsen, Lev Psakhis og Nick deFirmian sum allir fingu hálvtníggjunda stig.
Hini eisini væl við
Herluf Hansen, Hans Kristian Simonsen og Miriam Olsen høvdu øll eisini eina góða Politiken Cup kapping.
Serliga vísti Herluf góðar dygdir við flottum úrslitum í fyrru helvt, men dovnaði eitt petti í endaróðrinum og gav hetta hálvtsætta stig, men hinvegin fitt av rating.
Hans Kristian og Miriam fingu bæði fimm stig, sum eisini varð yvir tað væntaða og tískil ein góð kapping hjá øllum føroyingunum í árligu Politiken Cup.