Bert tvær vikur eftir at Flóvin Tór Næs hevði sum fyrsti føroyingur ognað sær IM-norm, gjørdi John Arni Nilssen bart í Politiken Cup við at vinna sær ein IM-norm.
John Arni hevur eins og Flóvin fyrr verið tætt við hetta altjóða gjøgnumbrot, og allarhelst hevur normurin hjá Flóvini verið við at skumpa John Arni á røttu leið. John Arni telvaði eina sera støðuga kapping, og hevur sannliga uppiborið norm sín.
Flóvin fekk bjargað sær kappingina við góðum endaspurti, sum tó ikki var tætt við at ogna honum sínum næsta normi.
Ólavur helt ratingini nøkunlunda, eins og Finnbjørn Vang gjørdi. Ungi klaksvíkingurin Rani Baldursson vann sær hinvegin yvir 100 ratingstig, og hevur nú umleið 1530.
Føroysku úrslitini í Politiken Cup 2002:
John Arni Nilssen 7 stig av 11
Flóvin Tór Næs 7
Ólavur Simonsen 6
Finnbjørn Vang 4,5
Rani Baldursson 3,5
Vinnarnir av kappingini vórðu GM Tiviakov (sum John Arni leikti javnt ímóti, GM Beliavsky og IM Felgaer við hálvum níggjunda stigi.
Í næstum fara John Arni og Flóvin at royna seg í opnari kapping í Hollandi.