John Arni er ovast

Altjóða talvratinglistin varð kunngjørdur 1. apríl. Garry Kasparov er nú skrásettur sum passivur og er tí ikki á listanum. Veselin Topalov er nýggjur eittari. John Arni Nilssen (2356) er fremsti føroyingur, eins og hann er á heimliga ratinglistanum. Helgi Dam Ziska er fimtfremstur við 2306, men úrslit hansara frá Reykjavík Open eru ikki tikið við enn. Tað kemur við á næsta ratinglista, ið verður kunngjørdur 1. juli. Reelt hevur Helgi umleið 2340.