John Arni basti Carlsen

Tvær ferðir hevur John Arni Nilssen telvað móti Magnus Carlsen. Og har er støðan 2-0 til skopuning. Gaman í var talan um sigrar móti einum smádreingi, men talentið var longu tá eyðsæð

 

 

Tey flestu munnu kennast við Magnus Carlsen í dag. Unga norska stjørnuskotið, eisini róptur “Mozart of chess”, hevur tikið allan talvheimin sum ein melduródn. 22 ára gamal er hann í ferð við at skúgva heimsmeistaran Anand til viks. Ikki síðani Fischer, hevur vesturheimurin átt ein telvari við eini slíkari styrki, sum ongin megnar at bjóða av. Hansara talent er óhoyrt. Sjálvt avrikini hjá talvkonginum Kasparov standa honum ikki kurl. Carlsen hevur longu tikið rekordina á altjóða styrkislistanum frá Kasparov og onki bendir á, at hann ikki eisini fer at sprongja magiska 2900 styrkitalið.

Fyri 10 árum síðani, í 2003, vóru fýra føroyskir telvarar í Noregi og luttóku í eini sterkari altjóða kapping á skíð-hotellinum Gausdal. Martin Poulsen, Olaf Berg, Eyðun Nolsøe og Ólavur Simonsen. Eyðun Nolsøe greiðir soleiðis frá ferðini.

 

- Lítið vistu vit, at millum luttakarnar var ein komandi heimsmeistari. Eygagóður og róligur av lyndi sat Magnus Carlsen og telvaði móti útlendskum stórmeistarum. Hann hevði tá nøkunlunda sama styrkital sum vit føroyingar. Men hann var á eini himmalferð upp um dalar og fjøll – heilt upp til stjørnurnar. Magnus endaði á einum 6. plássi millum stórmeistarnar og vann sær sín IM norm. Hann var styrkismettur til 18. pláss frammanundan.

 

- Tað var eyðsæð, at her var okkurt serligt at sjá. At síggja hann telva snartalv móti eysturlendskum stórmeistarum, so lítil at hann valla rakk tvørtur um borðið, og kortini vinna á so sterkum trøllvaksnum monnum, tað var hugtakandi. Áðrenn síðsta umfar greiddi fyrireikarin Hans Olav Lahlum tí 12 ára gamla Magnusi frá, at gleðiligt var at hann "bert" skuldi vinna móti einum 14 ára gomlum altjóða meistara í síðsta umfari, fyri at tryggja sær IM normin. Ikki nøkur løtt uppgáva, mótstøðumaðurin lá 200 rating stig omanfyri Magnus! Óneyðugt at siga frá, so vann Magnus talvið.

 

- Tvey ár frammanundan, í 2001, telvaði okkara egni John Arni Nilssen 2 talv móti Magnusi. Eitt í Gausdal og eitt við NM. John Arni vann bæði talvini! Vónandi hevur hann goymt notatiónina við undirskriftini frá, eftir øllum at døma, komandi heimsmeistaranum.