John Arne Riise gevst sum fótbóltsspælari

35 ára gamla norska fótbóltslegendan sigur seg ikki verða nóg motiveraðan longur

Tað kom, sum ein skelkur í norska fótbóltsheiminum, at norska fótbóltslegendan, 35 ára gamli John Arne Riise, sum hevur spælt við Aalesund í tippiliguni hetta kappingarárið, boðaði frá fyrrapartin, at hann gevst at spæla fótbólt á hægsta støði.

 

Við norskar miðlar sigur John Arne Riise, at hann hevur ikki samvitsku at halda fram at spæla við Aalesund, tí hann kennir seg ikki nóg motiveraðan at spæla fótbólt á hægsta støði longur: - Hesin kroppurin, og hetta høvdið hevur verið gjøgnum nógv tey seinastu 20 árini. Talan er um eina avgerð, sum hevur ring at taka, og nógvar kenslur fara gjøgnum meg, sigur John Arne Riise um avgerðina. 

 

John Arne Riise eigur metið, sum tann, sum hevur spælt flest landsdystir fyri Noreg. Hann spældi heili 110 landsdystir millum 2000 og 2013, og skeyt 16 mál í hesum 110 landsdystunum.

 

Tey bestu árini spældi John Arne Riise í franska felagnum Monaco, enska felagnum Liverpool, og italska felagnum Roma. Við Monaco vann hann franska meistaraheitið í árinum 2000. Við Liverpool vann hann Liga Cup í 2003, FA Cup í 2006, og ikki at gloyma Champions League við Liverpool í 2005, tá hann og liðfelagarnir vendu einum hóttandi 0-3 tapið ímóti AC Milan til ein 3-3 javnleik, og ein sigur aftaná brotssparkskapping. Við kýpriotiska liðnum, APOEL Nicosia vann John Arne Riise bæði kýpriotiska meistaraheitið og kýpriotisku steypakappingina í 2015. John Arne Riise royndi seg eisini í Fulham nøkur ár. Við Fulham og Roma vann hann tó eingi steyp. Áðrenn tann ungi John Arne Riise fór til Monaco í 1998 spældi hann tvey ár við Aalesund. Hann ætlaði at enda yrkisleiðina við at spæla nøkur ár við Aalesund, men hevur nú knappliga tikið avgerð um at gevast.

 

Norskir ítróttarskrivarar eru samdir um, at John Arne Riise er ein av teimum bestu norsku fótbóltsspælarunum nakrantíð, og tað verður hann heiðraður fyri í norsku miðlunum í dag.